Nordic Deaf Associations

Norðurlandaráð teirra deyvu (DNR)

Norðurlandaráð teirra deyvu er ein felagsskapur, sum arbeiðir fyri javnstøðu fyri deyv fólk.

Søguligt um Norðurlandaráð teirra deyvu
Norðurlandaráð teirra deyvu var sett á stovn í 1907, tá deyvafeløg úr Danmark Finlandi, Noregi og Svøríki skipaðu fyri teirra fyrstu norðurlendsku ráðstevnu fyri "deyv og dumb" í Keypmannahavn. Tey gjørdu av at kalla teirra nýggja felagsskap "Norðurlendska samstarvsnevndin" og í fyrstani vóru fundirnir og ráðstevnurnar einans fyriskipaðar av og á. Síðan 1950 hevur eitt meira støðugt samstarv tikið seg upp. Í 1972 var navnið broytt til Norðurlandaráð teirra deyvu - stytt DNR.

Umboðað lond
Norðurlandaráð teirra deyvu hevur umboð frá deyvafeløgunum í Danmark, Finlandi, Føroyum, Íslandi, Noregi og Svøríki. Hvørt land hevur tvey umboð: formannin í landsfelagnum og ein nevndarlim. Norðurlandaráð teirra deyvu kemur saman tvær ferðir um árið.

Endamálið við Norðurlandaráð teirra deyvu
Tær grundleggjandi og týdningarmestu uppgávurnar hjá Norðurlandaráð teirra deyvu eru hesar:

  • at faa teknmál alment góðkent sum móðurmál teirra deyvu.
  • at kunna hvønn annan um gongdina og tær broytingar, sum viðkoma teimum deyvu og teirra umstøðum í limalondunum.
  • at skipa fyri skeiðum til tess at kunna hvønn annan um ymiskar royndir á ymiskum økjum, so sum teknmál, útbúgving og samfelagsligar trupulleikar.
  • at átaka sær ymisk mál av felags áhuga.

Tey seinastu árini er ábyrgdin fyri londunum í triðja heiminum vaksin. Í dag hava tey flestu limalondini ymiskar verkætlanir í t.d. Afrika og Suðuramerika til tess at royna at seta á stovn og styðja deyvafeløg har. Legur fyri børn, ung og pensionistar eru onnur tiltøk, sum Norðulandaráð teirra deyvu skipar fyri.

Bygnaður
Hvørt limaland hevur ábyrgdina av DNR-skrivstovuni í eitt fýra ára skeið í senn. Landið, sum hevur skrivstovuna, útnevnir formannin og ein skrivstovuleiðara. Tey hava m.a. ábyrgd av at senda út fundarfrágreiðingar frá fundum í felagsskapinum og syrgja fyri, at almenn brøv verða send til feløg og fólk, sum ráðið hevur avgjørt at seta seg í samband við.

DNR Associations

DNR Members